top of page
Forfatters billedeVoxbotn

ALL STARS


Eitt tað besta er, tá føroyingarnir syngja føroysku hittini, sum vit øll kenna. Tí hava vit sjálvsagt savnað eitt All Stars toymi, ið kemur at skapa eina fantastiska løtu saman við okkum.


Saman við okkara húsorkestri koma nakrir av okkara allar bestu tónleikarum at hava eitt brak av eini syngið við konsert, og tað gleða vit okkum ómetaliga nógv til. Tann løtan plagar at vera ein av teimum størstu á konsertdegnum.

 

Fyri at fáa hetta at eydnast, kemur eitt húsorkestur við Henning Nicodemussen á odda, saman við Kristoffer Mørkere á bass, Magna Húsgarð á keys, Paula Reinert á guitar, Henning Nicodemussen sum kapellmeistara og Lailu og Malan á kór, at syrgja fyri løtuni.

 

Vit vænta eitt brak av eini syngið við konsert 29.juni, mitt í Havn.

 


Eyðun Nolsøe frá Frændur

The one, the only, the legend – Eyðun Nolsøe verður SJÁLVANDI við til syngið við løtuna.

Eingin veitsla uttan Eyðun Nolsøe. Hann kann sum fáur fáa fjøldina at syngja við til øll tey stóru hittini frá Frændur tíðini, sum byrjaði fyrst í 1980’unum og hvørs sangir nærum hava verið folkaogn líka síðan. Nú mugu vit smyrja stemmubondini og vera klár at syngja við til løg sum Mítt Land, 80’ini, Eros, Uttanumtos, Ikaros.. ja øll hittini, ið vit eru voksin upp við.

 

 

Niclas Heri frá Dynamit

Vit ynskja at geva tykkum eitt kvøld fylt av gleði, dansi, sangi og góðum løtum, og tí hava vit tryggjað okkum, at Niklas Heri verður við.

 

Tað munnu vera flestu føroyingar ið duga at syngja við til løgini Lat meg vera, Pápi tín býr ei í Tórshavn, Ein vátur og kaldur drongur, Omman við Gjógv, Rudolf, Til allar kvinnur, Hví gongur Tom altíð skid, Frensurin hjá Óla og ikki minst Grøv nr 13. 

 

So veit man, at tað verður lív í! Niklas Heri, undirhaldarin av øllum, verður sjálvsagt við til megnar syngið við løtuna á Voxbotn.



Torkil Johannesen frá Plúmm

Frammanfyri speglinum, har tú vilt vera stjørnan, tralala. Hetta verður forkunnugt – Torkil Johannesen verður eisini við til syngið við løtuna á Voxbotn 2024.  Hann hevur fortíð í bólkum sum Terji & Føstufressar, Musketerarnir og Absurdy Fair, men tað var við bólkinum Plúmm á Ung 85 plátuni, at Torkil veruliga gjørdist stjørnan, við ljósu songrøddini í lagnum Stjørnuskot. Í fleiri áratíggju hevur Torkil vunnið hjørtu, og tað fer hann væntandi eisini at gera á Voxbotn 2024. Hetta verður uttan iva eitt hæddarpunkt, og vit gleða okkum.



Birgir frá I Am

Hvussu heppin eru vit líka! Hendan løtan verður fantastisk og nú kunnu vit avdúka, at Birgir frá gospelbólkinum I Am eisini verður við til syngið við løtuna á Voxbotn. Øll tey bestu á einum stað – Vit gleða okkum! Serliga kenna vit Birgir frá lagnum Alla Leið, men tónleikabólkurin úr Klaksvík hevur verið kendur síðani gamlar dagar 

Teir settu met í sendingini Fimtan Teir Bestu við at liggja ovast í óteljandi vikur, teir luttóku í  Prix Føroyar í 1999, og teir hava verið at hoyrt í amerikonskum útvarpi. Tað verður tí sera forkunnugt at hoyra Birgir mitt í Havn 29.juni 2024.

 


Elin frá Nalja

Ein megnar kvinna! Elin Heinesen er kvinnan handan fleiri løg, ið flestu føroyingar duga at syngja við til. Vit kenna løgini hjá Nalja – Åh, tann deiliga Havn og Sjeikurin, sum væntandi fara at runga í Vágsbotni og geva okkum eina heilt serliga syngið við løtu.

 

Elin er serliga kend fyri sína tíð í bólkinum Nalja, men hevur sum einstaklingur givið út óteljandi løg. Serliga lagið Eitt dýpi av dýrari tíð, sum Elin hevur gjørt lag til og syngur, er vorðin sonn fólkaogn.

 

Hetta verður eitt hæddarpunkt. Smyrjið stemmubondini, strammið skógvarnar og latið tykkum í tykkara besta jakka – vit eru klár.



Danny frá Danny And the Veetos

Allright, Danny verður við! Danny gjørdist kendur frá Danny and The Veetos, og hava teir gjørt risahittið Sunnukvøld í Mai og Allright sum veruliga gjørdu teir heimskendar í Føroyum  Danny droymir stórt - hann hevur javnan konsertir uttanlands, skrivar egnan tónleik, hevur samband við plátufeløg og droymir um at røkka tindarnar. Hann megnar sum fá at skapa samband við áhoyrarafjøldina, og skrivar hann løg, ið flestu føroyingar taka til sín og duga at syngja við til. Tí eru vit ikki í iva um, at Havnin fer at kóka hesa løtuna, tá Danny trýnir á pall. Vit gleða okkum.



Anfinn frá Anfinn og Co

Hetta verður møguliga nakað av tí allar festligasta á ársins Voxbotn! Anfinn hevur fleiri fløgur á baki og er maðurin handan løgini Gubbi og eg, Í Skúri, Summar, Sirkus Tinganes, Mítt hjarta pumpar fyri tær og Ein Glavir Havnamavir, fyri at nevna nøkur fá. Fyristillið tykkum hesi løgini, saman við einari tættpakkaðari áhoyrarafjøld, í hugnaligum umhvørvi – tað verður ein uppliving!


Okkara hjørtu fara uttan iva at pumpa hesa forkunnugu løtuna, tá Anfinn trýnir á pall.

 


Jón Jacobsen frá Grandmas Basement

So er enn eitt navn komið á plakatina! Tað er enn ein úr Klaksvík, bólkurin spælir festligan rokk, teir fáa altíð lív í fjøldina og vit duga øll at syngja við til lagið Hon Fær Ongantíð Nokk. Navnið er Grandmas Basement og vit hava fingið forsangaran Jón Jacobsen við á All Star toymið.

 

Hesin harrin fær altíð lív í fjøldina, hann er so orkufyltur, at tað smittar av á øll rundan um. Vit ivast ikki í, at tað fer at kóka tá Jón trýnir á pallin.

Comentarios


bottom of page