Góðu ummælini floyma yvir føroyska stjørnuskotið, og vit kunnu nú avdúka, at dugnaliga songkvinnan, sangskrivarin og og listakvinnan Helena Heinesen Rebensdorff, kvinnan handan navnið Brimheim, kemur at framføra á Okkara Voxbotn 2022.
Gaffa og Soundvenue geva konsertum hennara ávikavist 5 og 6 stjørnur, og tað sigur ikki lítið!
Hon er hálovað og fær hárini á ummælarum at reisa seg, tá hon við síni inniligheit, fangandi rødd og høgu og kraftmiklu fraseringum, fær tárini og klumpin í hálsinum at oda seg framm. Gaffa og Soundvenue geva konsertum hennara ávikavist 5 og 6 stjørnur, og tað sigur ikki lítið!
Brimheim framførir á ein kensluligan, myrkan og loyniligan hátt, ið er hevjaður av popputum og fangandi niðurløgum og einføldum løgum. Tekstirnir eru óttafullir og eymir og sáa iva um tilveruna, men sorgblídnið er eisini fevnt av bæði humor og vón.
Brimheim gav sína fyrstu útgávu “Myself Misspelled” út á heysti 2020 og fekk viðkenning og stórt rós frá alskyns donskum miðlum beinanvegin. Nýggjasta útgávan hjá Brimheim kemur í januar 2022, so tit kunnu gleða tykkum til eina háaktuella Brimheim á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.
Keyp atgongumerki beinanvegin, tí vit vænta, at tað verður totalt útselt. Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 695 á ebillett.fo
Kommentare