top of page

PETER A.G.


Hann er føddur í 1952, spælir bæði guitar, bass, harmoniku, klaver og syngur. Hann er pápi og abbi, hann er rithøvundur og hann er tónleikari! Ein tónleikari, ið hevur stovnað og er forsangari í kenda danska bólkinum Gnags.



Hann stovnaði Gnags saman við beiggja sínum longu í 1966 og hava teir útgivið 21 plátur, spælt óteljandi konsertir, vunnið virðislønir og útgivið løg, ið fólk hava tikið til sín sum fólkaogn - so hetta eru av sonnum royndir harrar.

Peter hevur eisini útgivið solo-útgávur og er javnan á konsertferð. Nú kemur hann til Havnar og gleða vit okkum til vónandi at hoyra kendu løgini ‘Vilde Kaniner’, ‘Når jeg bliver gammel’ og ‘Mr. Swing King’.



Comments


© 2012-2024 by Voxbotn

Studlar.png
bottom of page