top of page
Forfatters billedeVoxbotn

SOMMERSON BAND



Føroyskur dansibandstónleikur í heimsklassa


Ein sving­om úti á Bryggjubakka er ikki at forsmáa. Manningin handan voxbotn hevur øll árini lagt dent á, at Voxbotn skal vera fyri øll – ung sum gomul – og tað hevur við sær, at tón leikurin á degnum fevnir víða. Alt frá trubadur tónleiki, til elektronisk­an tónleik, til rapp tón leik og popp tónleik, og vit hava sjálvsagt tryggjað okkum aftur í ár, at dansibands­tónleikur eisini verður við.


Tað vera føroysku Sommerson Band, ið koma at seta dám á kvøldið úti á Bryggjubakka. Bólkurin er mannaður av Annfinn Sommerson á trummur og sang, Sámal Lindinskov á el­guitar og Kára Olsen á bass og kór. Teir spæla dansibandstónleik í heimsklassa, spæla mest føroyskt har tað er møgu­ligt at syngja við og hava eisini útgivið egin løg. Í 2022 góvu teir út lagið „Dungasand“, og seinast hava teir givið út lagið „Vandaleig“.


Hetta gleða vit okkum til og vænta at hýrurin úti á Bryggjubakka verður serliga góður, tá Sommerson Band fara at spæla.



Comments


bottom of page