Onki tamarhald, tá Ude af Kontrol fer á pallin
Ert tú til nútímans hipp-hopp rapp tónleik, so kanst tú gleða teg til framførsluna við Ude af Kontrol, sum er ein hin best umtókti bólkurin í ríkinum. Við fleiri milliónum av stroymingum bara á Spotify, kunnu vit vænta eitt risa show í Vágsbotni.
Ude af Kontrol byrjaði í 2014 tá Daniel Balken, Joachim Nicholas Rouse og Mark Løvendahl settu bólkin á stovn, og teir hava verið virknir síðani. Teir hava lagt seg eftir at framleiða feitan hipp-hopp og rapp tónleik, sum veruliga fær dansigólvini at danda. Sangtekstirnir eru karráir, og tónleikurin kryddaður við alskyns nútímans rútmum og effektum. Teir eru fastir gestir á flest øllum festivalum og pallum í Danmark, eins og hittlistarnir als ikki eru fremmandir fyri teimum.
Á Spotify sæst, hvussu væl umtóktur bólkurin er. Til dømis er lagið »Velsignet – Har Det Godt pt. 2« stroymt meira enn 13.000.000 ferðir, og somuleiðis hevur lagið »Op A« eisini 13 mió. stroymingar. Fyrr í ár gav bólkurin út sjónbandalagið, »Taknemlig«, sum varð upptikið í Føroyum, sum vitnar um teirra alsk til oyggjar okkara. Hendan alsk fara vit óivað at uppliva til Voxbotn 2022, 25. Juni.
Kom við. Tað verður vilt. Har verður onki tamarhald.
Comments