Miðlaatgongd
Fyri at fáa miðlaatgongd (akkreditering) til Voxbotn, er neyðugt at fylla út umsóknarskjalið niðanfyri, har navn, miðil, uppgáva, endamál o.s.fr. skulu útgreinast. Um umsóknin verður gingin á møtu, kunnu í mesta lagi tvær akkrediteringar gevast til hvønn miðil.
Um ikki onnur avtala er gjørd frammanundan, verður eitt veðgjald á 400 kr. fyri hvørja akkreditering kravt, sum verður goldin aftur, tá viðkomandi hevur sent avrit av framleidda tilfarinum í sambandi við miðlaatgongdina til Vox Entertainment.
Framleidda tilfarið skal sendast til okkum í seinasta lagi 14 dagar eftir, at Voxbotn hevur verið.
Við at søkja um miðlaatgongd verður eisini góðtikið, at Vox Entertainment frítt kann
brúka tilfar t.e. myndir v.m., sum er framleitt í sambandi við akkrediteringina.